Rógva við syrgibindi á ólavsøku

Føroyskur ítróttur hevur mist tveir av sínum fremstu leiðarum og tí hevur Róðrarsamband Føroya nú heitt á allar róðrarmanningar um at rógva við syrgibindi á ólavsøku.

Tað sigur Jan Herman Hansen, formaður í Róðrarsambandinum.

 

Hann sipar til ferðsluvanlukkuna sunnudagin, har Vilhjálmur Gregoriussen, formaður í Badmntonsambandinum, og Høgni Carlsson, liðleiðari í badminton, lótu lív

 

Hann sigur, at onkuntíð hava ávísar manningar róð við syrgibindi, men so vítt hann veit, er hetta fyrstu ferð, at Róðrarsambandið heitir á allar manningarnar um at bera syrgibind.

 

- Áðrenn fyrsta FM róður á ólavsøku fara vit eisini at halda tøgn í ein minutt at minnast  teir báðar.

Hann sigur, at hetta er ein virðing og ein samkensla, Róðrasambandi og føroyskir rógvarar, vilja vísa teimum, sum farin eru og teimum, sum eftir sita.

 

- Vit hava mist tveir ítróttarleiðarar, sum gjørdu nógv fyri ítróttin og vit vilja fegin vísa okkara virðing fyri teimum, og okkara samkenslu við teimum, sum sita eftir, sigur hann.

 

Hann sigur, at sjálvur kendi hann bara Vilhjálm Gregoriussen, formann í Badmintonsambandinum.

 

- Vilhjálmur var sjálvur íðin róðrarmaður, bæði við Sílinum og við Gongurólvi og kanska øðrum við.

 

- Vit høvdu eisini bæði sæti í stjórnini í ÍSF og har havi eg bara alt gott at bera honum.

 

- Tað, sum eyðkendi Vilhjálm, var, at hann var ógvuliga siðiligur og hampiligur í síni framferð. Hann var reellur og førdi altíð síni sjónarmið sáttliga fram.

 

- Tá ið vit kjakaðust um ymiskt, var tað mangan hann, sum sat eftir við teimum bestu argumentunum tá ið avtornaði, og tey førdi hann altíð fram siðiliga og róliga, sigur Jan Herman Hansen.

 

Hetta er ein stórur missur fyri ÍSF og føroyskan ítrótt, leggur hann afturat.