Oyggjaleikir: Tað er í kvøld eydnast Rógva Højgaard at vinna bronsu í spjótkasti, og tað gjørdi hann við einum kasti, sum var 54,05 metrar.
Hinir báðir, ið endaðu framman fyri hann, vóru Alexander Pascal úr Cayman-oyggjunum við 70,66 metrum, og Sander Suurhans frá Saaremaa við 62,76 metrum.
Hesir oyggjaleikirnir eru teir fjórðu hjá Rógva Højgaard, men hetta er fyrstu ferð, at hann vinnur eitt heiðursmerki
Eisini kann nevnast, at Rúni Seloy fyrr í dag rann seg í finaluna í 400 metra renning við tíðini 51.29 sekund, sum bara er 1,01 sekund frá føroyska metinum.