Tann 16. august verður ársins Regattasigling av Eiði til Hósvíkar hildin.
Hósvíkar Róðrarfelag bjóðar nú øllum kappróðrarfólkum og róðrarfólkum annars at koma við og rógva av Eiði til Hósvíkar.
Sarita Joensen ein av fyriskiparunum, sigur , at í fleiri ár hava kappróðrar og aðrir róðrarbátar verið við á Regatta.
Hon leggur aftrat, at í ár ætlar Hósvíkar Róðrarfelag at hava tað meira skipað, soleiðis at vit fáa fleiri kappróðrarbátar við, og at hesir fylgjast í einum stórum róðrarfelti á teininum av Eiði til Hósvíkar.
- Hetta er eitt gott høvi at savna manningina fyri seinastu ferð á árinum og rógva ordiliga av, áðrenn fyrireikingarnar til næsta ár so smátt fara í gongd aftur, sigur hon.