Rói vann - Ísak og Tróndur taptu

Tað gekk misjavnt hjá føroyingaliðunum í svenskum hondbólti í kvøld

Øll trý føroyingaliðini í bestu svensku hondbóltsdeildini hjá monnum vóru í leiki í kvøld.

 

Rói Ellefsen á Skipagøtu (myndin) og liðfelagarnir í Hallby vunnu á heimavølli í ítróttarhúsinum í Jönköping greiðan 36-29 sigur á Västerås Irsta. Í steðginum var heimaliðið á odda 21-15.

 

Rói skoraði trý mál upp á seks málroyndir, og hann legði eisini upp til eitt mál (assist).

 

Hallby er nummar 12 í deildini við 14 stigum. Teir hava fýra stig upp til áttanda plássið, ið gevur atgongd til endaspælið aftaná lokið grundspæl.

 

Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof taptu á heimavølli í Partille 25-28 fyri oddaliðnum, Kristianstad. Sävehof var á odda 14-11 í steðginum, men teir taptu seinna hálvleik 11-17.

 

Ísak skoraði tvey mál upp á fimm málroyndir, og hann legði eisini upp til eitt mál.

 

Sävehof er fjórðfremst í deildini við 23 stigum. 

 

Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í HF Karlskrona taptu á útivølli 27-35 fyri gamla liðnum hjá Kjartani Johansen, Önnered. Í steðginum var heimaliðið frammanfyri við seks málum, 17-11.

 

Tróndur hevði tó eitt gott avrik við fýra málum upp á fimm málroyndir, og hann legði eisini upp til tvey mál.

 

Karlskrona er nummar níggju í deildini við 17 stigum. Teir eru bert eitt stig aftanfyri Alingsås, ið er á gylta áttanda plássinum í deildini.