Rok av trimum fólkum í miðbýnum í Havn

Tvey fólk endaði á løgreglustøðini

Seint í nátt varð løgreglan boðsend tí at trý fólk vóru farin til hendurs í miðbýnum í Havn.

Løgreglan sigur, at rúsdrekka var uppi í, tá ið eitt par kom til ilnar í miðbýnum. Ein triði maður helt, at maðurin fór so illa við unnustini, at hann mátti leggja uppí. Men avleiðingin av tí var, at tá komu teir báðir menninir til ilnar.

Tá ið løgreglan kom á staðið, vildi unga kvinnan ikki siga, navnið, føðingardagin og bústaðin. Tað er annars tað einasta, fólk hava skyldu at upplýsa fyri løregluni, so hon varð sett í politibilin, ímeðan løgreglan royndi at greiða fløkjuna annars.

Hon royndi kortini at sníkja seg úr politibilinum aftur, men varð tikin aftur. Tað tók unnusti hennara rættiliga illa upp, og hann varð so ómøguligur við løregluna, at hann varð eisini tikin.

Tey vórðu bæði førd á løgreglustøðina, og tá ið tað varð endaliga staðfest, hvørji tey vóru, vórðu tey leyslatin aftur.

Men tey sleppa ikki so, tí tey fáa bót fyri at hava brotið politiviðtøkurnar.