Landskappingardysturin millum B36 og Víkingur bleiv rokaligur, tá B36 fekk viðurkent umstrítt mál í seinastu minuttunum, og vann 3-2. Dómarin, Eiler Rasmussen, hevur, sum skilst, einki skrivað í dómarafrágreiðingina um hendingina eftir dystin.
Víkingarnir vóru í øðin um at dómarin viðurkendi málið til 3-2, tá teir mettu, at Geza Turi bleiv skumpaður inn í egið mál. Eftir dystin máttu vaktarfólk halda óðum spælarum, hjálparfólki og áskoðarum burtur frá dómaranum.
Les eisini: Geza: Tað var fríspark
Les eisini: Róaldur: Eg skumpaði hann ikki
Les eisini: Sigfríður ikki nøgdur við dømingina