Fólk í brasilska stórbýnum Sao Paulo eru í øðini, eftir at vápnað harkalið hava beint fyri seks heimleysum fólkum teir seinastu dagarnar.
Sambært BBC hava myndugleikarnir illgruna um, at drápsmenninir hava samband við onkran rúsevnafelagsskap. Fimm av fólkunum vórðu skotin seinasta hósdag og tað sætta, ein ung kvinna, varð skotin sunnukvøldið. Minst átta fólk eru særd.
Sunnudagin gingu fleiri túsund fólk mótmælisgongu ímóti harðskapinum. Borgarstjórin í Sao Paulo, Marta Suplicy, var ímillum mótmælisfólkini, og har heitti hon á fólkið um at hjálpa teimum heimleysu býarbúgvunum. Sambært BBC sova fleiri hundrað fólk, teirra millum kvinnur og børn, á gøtunum í Sao Paulu hvørja nátt. Skilið er tað sama í Rio de Janeiro. Har vórðu fleiri heimleys myrd í einum álopi í 1993. Seks menn vórðu tiknir, og tríggir teirra vórðu dømdir fyri morð.