Um ruskinnsavningin í Havn ikki fæst at rigga restina av mánaðinum, noyðist Tórshavnar kommuna at biðja onnur fólk fara eftir ruskinum, sum ikki verður tikið. Í gjár vóru eingir ruskposar tiknir, tí ruskmennirnir høvdu lagt arbeiðið niður. Tað gjørdu teir, tí teir ikki høvdu fingið løn fyri februar mánað.
Lønina fingu teir sama dag, og í morgun fóru teir til arbeiðis aftur. Men tað merkir ikki at alt er í lagi.
Boði Haraldsen, býarverkfrøðingur, sigur at av tí at Tom Hellisdal, sum enn hevur ruskinnsavningina fram til 1. apríl, ikki hevur gjørt sítt arbeiði til lítar, hevur kommunan ikki goldið honum pening, og hann hevur so ikki kunna goldið fólki sínum løn.
Tom Hellisdal vísir aftur, at hann ikki hevur røtk innsavningina til lítar. Men tað hevur ikki gingið so væl allastaðni í seinastuni at fara eftir posum, tí ikki hevur verið grivið.
- Nú havi eg fingið mítt frá kommununi, men eg skilji ikki, at ein kommuna kann loyva sær at halda pening aftur fyri arbeiði, ið er gjørt. Í fjør hevði eg eina eykarokning, sum kommunan hevur súltað, men nú havi eg fingið lyfti um, at eg skal fáa hvørt oyra í seinasta lagi 31. mars, sigur Tom Hellisdal.