Við Badmintonhøllina varð løgreglan boðsend um hálvgum trý tíðina, tí tveir menn vóru farnir til hendur. Eingin hevði fingið mein, og teir sissaðust, tá løgreglan kom, tí varð heldur eingin av teimum tikin við.
Løtu seinni varð løgreglan aftur boðsend til Badmintonhøllina. Ein genta varð vorðin illa fyri av rúsdrekka. Løgreglan boðsendi sjúkrabil, og gentan varð tikin við á Landssjúkrahúsið.
Tvær ferðir sunnunáttina var løgreglan boðsend á vertshús í býnum, aftan á ófrið. Báðu ferð eydnaðist tað at fáa fólk, at sissa seg, og fara hvør til sítt, so neyðugt varð ikki at taka nakran við á støðina.