Klaksvík:
? Hey, vit mála okkum, sigur ein fittur smádrongur, sum tekur ímóti í barnagarðinum, tá hann varnast, at hurðin gongur.
Inni í stovuni sita børnini og takast við ymiskt. Summi tekna og onnur spæla, meðan tey spent bíða eftir, at øll skulu verða liðug og klár at sláa tunnu.
Uppi á loftinum halda vøggustovubørnini til. Tey eru øll klár at byrja slátturin. Hendan dagin eru bæði Superman, Batman, Rasmus Tøppur, prinsessur og klovnar í vøggustovu. Sjálv leiðarin er útklødd sum Øskufía.
Børnini vísa vegin inn har, sum tunnan hongur. Ein flott tunna, sum tey sjálvi hava málað. Onkur av børnunum eru so mikið stór, at tey náa upp um tunnuna og at hyggja niður í hana, og tað lýsa stjørnur í eygunum á teimum, tá tey varnast, at okkurt gott er í henni. So ræður bara um at byrja at sláa.
Summi gera greitt beinanvegin, at tey tíma ikki at sláa. Tað verður virt, men nøkur eru øgiliga spent og sláa rættuliga hart. Við ljóðunum frá tunnusláttrinum verður farið niðurundir aftur at vita, hvussu har gongur.
Tey smyrja og lata seg framvegis í. Børnini eru sera tolin og spæla fitt, meðan tey bíða. Um døgurðatíð vita tey, hvør er kattakongur og hevur fingð krúnuna. Og tá fáa tey eisini okkurt lekkurt at eta á stovninum, tí tey hava ikki matpakkar við í dag.