Rókin ger stóra havnarútbygging á Hulki

- Síðan nýggi kranin kom, er verulig gongd komin á útbyggingina av bryggjuni á Hulki

 

Hetta siga tey í Sjóvar kommunu í dag.

 

- Fyri 5-6 árum síðan varð norðara bryggja gjørd av nýggjum. Hon varð flutt longur út á fjørðin, so dýpið nú er 12 metrar.

 

Síðan er virksemið nógv vaksið á Hulki.

 

Í fjør samtykti kommunustýrið at veksa um bryggjukantin á Hulki, soleiðis at norðara bryggja verður longd suðureftir við 70 metrum og sunnara bryggja við 20 metrum norðureftir.

 

- Eftir útbyggingina verður norðara bryggja 177 metrar og sunnara bryggja 70 metrar. Tað er Rókin, sum stendur fyri arbeiðnum, siga tey í Sjóvar kommunu í dag.

 

Lesið eisini - 

 

Størsti av sínum slag í Føroyumhttps://www.in.fo/news-detail/rokin-nyggjan-krana-stoersti-av-sinum-slag-i-foeroyum

 

 

 

##med2##