ROKK ’n’ BBQ

Støvut rokk ’n’ roll frá Son of Fortune, BBQ frá Sumberg BBQ, stimbrandi drykkir frá Rødder & Vin og Faer Isles og søtt snask frá Omaná

14. oktobur verður Perlan karmur um eitt megnar tiltak.

 

Uttan fyri Perluna fer gastronomiski tungvektarin Jákup Sumberg at seta sína fúlu grill upp, so at havnargøtur fara at anga av amerikanskum BBQ.

 

Moonshine-banditurin Sólfinn frá Rødder & Vin á Nørrebro selur náttúruvín, ið tú ikki fær timburmenn av, Faer Isles servera feinschmeckara-sjussar við vodka úr Sandoyðartunlinum og øðrum prísvinnandi brennivíni, og Omaná gevur tær sukursjokk - upp á tann góða mátan. Og so klokkan 21.00 verður eitt brak av eini konsert frá outlaw rokkaranum Son of Fortune.

 

Fyri 250 krónur sleppur tú inn í Perluna at hoyra støvut rokk ’n’ roll og kenslubornar balladur frá Son of Fortune, og fært tú ein dramm frá Faer Isles.

 

Matur, vín, sjussar og øl kunnu keypast undir tekjuni uttanfyri Perluna - og inni í Perluni selur Sirkus okkurt gott.

 

Kom við til ROKK ’n’ BBQ tiltakið, har sansinir verða yvirstimuleraðir!

 

Leygardagin 14.oktobur

 

Kl.18 - Torgið letur upp við BBQ og onkrum at leska sær á við.

 

Kl.21 - Son of Fortune spælir í Perluni

 

Keyp her:

 

https://www.atgongumerki.fo/2297034/rokk-n-bbq