Rokkur í Norðurlandahúsinum

Leygardagin verður rokk konsert í Norðurlandahúsinum. Íslendska manskórið Dalvíkur framførir sangir frá The Beatles og Queen.

 

Norðurlandahúsið bjóðar leygardagin til eina forkunnuga rokk konsert, har íslendska manskórið Dalvíkur stendur fyri tónleikinum. Solistur er Matti Matt frá bólkinum Dúndefrettir, sum eisini hevur verið í Føroyum fleiri ferðir. Sýningin hevur fingið stak góða undirtøku í Íslandi.

 

33 mans eru í stóra manskórinum, sum hevur framføra hesa sýning 13 ferðir í Reykjavík, Dalvík og á Akureyri – hvørja ferð fyri fullum húsi. Tað eru besti sangirnir hjá The Beatles og

Queen, sum menninir syngja. Kórleiðari er Guðmyndir Óli Gunnarsson, ið eisini stjórnar Symfoniorkestrinum hjá Norðurlandahúsinum. Solistur er Matti Matt frá Dúndufrettir.

 

Fylgispæl er við bólki mannaður av Daniel Torsteinsson, klaver. Gunnlager Helgason, bass. Tórður Árnason, guitar. Og Halli Gulli á trummum.

 

Tú kanst lesa meira um tiltakið á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum. Nlh.fo