Rokna við uppgangi í fiskastovnum

Norðmenn og russarar frøast um óvæntað stórar mongdir av yngli, serliga hýsu, sild og svartkjafti; samstundis spáar Fiskirannsóknarstovan framgongd í tí føroyska toskastovninum.

Norskir miðlar siga frá óvæntaðum og dramatiskum vøkstri av fiskayngli í Barentshavinum við ávísing til norska og russiska havgransking. Sum skilst er talan um eitt metár hjá hýsuni sum ongantíð áður er skrásett við so nógvum yngli; samstundis bendir alt á at sildastovnurin av álvara er á veg upp, meðan svartkjafturin stendur í stórum mongdum í vestara parti av Barentshavinum.

»Norskir og russiskir havgranskarar hava funnið sensationellar mongdir av yngli av fleiri fiskasløgum í Barentshavinum,« skrivaði blaðið Fiskaren fríggjadagin. »Tann størsta sensatiónin er hýsa sum setir met fyri allar tíðir. Men sildin og svartkjafturin rópa somuleiðis eftir yvirskriftum...«

Talan er um fýra rannsóknarskip ið hava kannað ársins yngul yvir tveir mánaðir.

»Tað mest avgerandi er sannlíkt at vit í nullbólka stignum av norskari várgýtandi sild hava sæð eina gýting sum liggur á linju við stórár,« segði Harald Gjøsæter við Fiskaren aftan á ein norsk-russiskan granskarafund í Kirkenes í farnu viku, »samstundis sum 2002 árgangurin hevur møguleika at gerast líka stórur sum 1950 árgangurin, um so er at tøkan av sild í Norskahavinum í næsta ár vísir at ungsildin eisini har hevur ment seg víðari.«

Men hýsan vekir mest ans av øllum.

»Granskararnir hava aldri fyrr skrásett so nógvan hýsu yngul sum aftan á gýtingina í ár,« segði Gjøsæter. »Tað er so nógv sum kann henda millum ársyngul og fullvaksnan fisk. Men tá tað snýr seg um hýsu so hevur hon nú havt fimm góð ár á rað av rekrutering. Tað sum so leingi hevur verið vanligt fyri hýsu er at hon av og á hevur einstøk framúrskarandi ár, og so annars bara moderat. Nú hava vit havt fýra-fimm góð ár á rað, og so kemur hetta árið ið setir met fyri allar tíðir.«

Svartkjafturin hevur eisini klárað seg væl, skrivar Fiskaren.

»Hóast eitt enormt veiðitrýst tey seinnu árini, so standa stórar nøgdir av bæði stórum og smáum svartkjafti í bakkanum upp móti Bjarnoynni har vesturi í Barentshavinum.«

Sum skilst vekir toskayngilin ikki sama ans, hóast eisini her er talan um eitt ár sum liggur oman fyri miðal. Harafturat hevur fitt av upsa yngli verið at sæð í Barentshavinum.

»Vanliga hava vit ikki sæð nógvan yngul av upsa í Barentshavinum burtursæð frá einstøkum førum,« segði granskarin. »Men í ár hava vit sæð so nógv av upsa nullbólki at vit fyri fyrstu ferð hava gjørt index útrokningar fyri upsa yngul í Barentshavinum.«

Hinvegin vísir tað seg at standa verri til við lodnuni. Men kemur 2004 yngulin av sild at klára seg væl so kann roknast við at lodnan kemur seg aftan á nøkur ár. Men hetta er teori, tí í veruleikanum er tað ómøguligt at gera brúkbarar spádómar einans við støði í nullbólkinum.


Kuldin kom ongantíð

Ikki óvæntað, frøddust feløgini hjá bæði fiskarum og framleiðarum yvir tíðindini um tann góða vøksturin av yngli í Barentshavinum.

»Hetta er bara positivt,« segði Reidar Nilsen, formaður í Norges Fiskarlag. »Hetta er góð tekin ið byggja víðari á ta positivu gongdina sum vit tey seinnu árini hava sæð fyri fleiri fiskasløg.

»Í uppisjóvar vinnuni mugu vit helst framhaldandi liva við útsvingum í sesongunum,« segði stórin í einari fiskivinnu fyritøku, »men innan botnfiskin er nógv at heinta.«

Tað verður spekulerað nógv um orsøkirnar til hetta óvanliga ár í Barentshavinum, og sum ein møgulig frágreiðing vilja summi peika á tann hækkandi temperaturin í sjónum, nakað sum fólk hava fest seg við í ár, í og við at ísurin er ikki komin líka langt suður sum hann plagar.

»Tað nervar meg ikki at yngulvøksturin í havinum kann standast av klimabroytingum,« segði Geir-Olaf Sørensen, Norges Kystfiskarlag. »Í 1930unum var tað líka heitt í havinum sum tað er nú. Hetta kann líka so væl vera natúrligar svingingar sum nakað menniskjaskapt.«

Sørensen vildi halda seg aftur frá at harta havgranskararnar, men samstundis minti hann á at somu granskarar fyri fáum árum síðani spáddu niðurgongd í temperaturinum og ringar tíðir fyri tilgongdina av fiski í Barentshavinum.


Fitnandi føroyskur toskur?

Á okkara leiðum hevur ikki ljóðað við sensatiónum av sama slag sum nú hoyrist av Barentshavinum, men Fiskirannsóknarstovan roknar við vaksandi toski her.

»Tær føroysku havleiðirnar svinga í einari aðrari takt enn Barentshavið,« segði Eilif Gaard, lívfrøðingur á Fiskirannsóknarstovuni.

»Vit gera metingar av gróðri so væl sum yngli og vit hava ábendingar um at toskurin er á veg upp. Toskurin vísir seg nevniliga í rættiliga stóran mun at fylgja gróðrinum, og skulu vit ganga eftir hesum so kunnu vit rokna við feitari toski og størri nøgdum.«

Sum fyrsta lið í føðiketuni, ávirkar gróðurin bæði tilgongd og vøkstur; hetta vísir seg at serliga endurspeglast í menningini av toskinum.

»Gróðurin í 2000 og 2001 var sera góður, men so var hann heilt niðri ígjøgnum í 2002.
Men síðani tá er gingið spakuliga og stútt uppeftir. Tí rokna vit við at í øllum førum toskurin er í ferð við at menna seg aftur.«