ÓLAVUR Í BEITI
Í partinum »Íløgan í nýggja bygningin« stendur í frágreiðingini hjá Rasmussen & Weihe, at upprunaliga metingin var, at samlaða byggingin fór at kosta 11,5 mió. krónur. Haraftrat kom 1 mió. krónur til neyðstreymsaggregat sum partur av eini almennari tilbúgvingarskipan. Seinni varð bygningurin mettur at kosta 11,9 mió. kr., men endaliga upphæddin gjørdist 12,1 mió. krónur.
Rasmussen&Weihe hava so sett sambandið millum kostnaðin av samlaðu byggingini upp ímóti fíggjarlógini, upprunaligu játtanini og endaligu játtanini, og siga at fíggjarlógarjáttanin til neyðstreymsaggregat er, hóast hon varð strikað í 1998, tikin við aftur í 1999.
? Um ætlanin við broyttu fíggjarlógarjáttanini var, at SVF skal gjalda hesa upphædd yvir sín egna rakstur, átti hon at verið við í rakstrinum fyri 1998, har hon hoyrir heima. Hetta merkir í stuttum, at úrslitið í 1998 var 1,2 mió. kr. verri enn ársroknskapurin hjá SVF vísti, siga Rasmussen & Weihe.
Vánaligt samskifti
Um orsøkina til, at fíggjarlógarjáttanin (byggijáttanin) uppá 11,9 mió. lækkar undir teirri endaligu viðgerðini til 10,9 mió., siga Rasmussen & Weihe, at hon er óivað, at roknskapurin hjá SVF í fíggjarlógaruppskotinum vísir eitt rakstraravlop uppá 2,6 mió. kr.
? SVF hevur í hesum sambandi víst á, at roknskapurin er skeivt endurgivin á fíggjarlógini, og at SVF hin 26. august 1997 sendi skjøl til fíggjarfulltrúan í Mentamála- og Undirvísingarstýrinum, har greitt var frá skeivleikanum. Tað er okkara fatan, at samskiftið, sum hevur verið millum Mentamála- og Undirvísingarstýrið og SVF í hesum máli, hevur ikki verið so gott, sum tað átti, siga Rasmussen & Weihe.
Roknsingin
skal gjaldast
Og víðari verður sagt, at vit skulu ikki við hesum leggja okkum út í, um íløgan til bygningin átti at skerjast, men vit staðfesta, at um grundgevingin fyri skerjingini var avlopið, sum roknskapurin hjá SVF vísti á fíggjarlógini, so varð hon gjørd út frá skeivum fortreytum.
? Tað er givið, at um so er at byggingin varð steðgað, orsakað av at skarvað var av játtanini, so hevði hetta havt avleiðingar fyri framtíðar nýtsluna av tí sum longu var bygt, samstundis sum hetta óivað eisini hevði havt avleiðingar fyri samskifti/kontraktviðurskiftini millum teir sum gjørdu arbeiðið og byggiharran.
? SVF hevur ikki tikið rokningina uppá tær 1,2 mió. kr. við í roknskapin fyri 1998 og harnæst hevur SVF ikki goldið rokningina enn. Orsøkin til hetta skal partvís síggjast út frá tí, at SVF hevur roknað við, at tá játtanarmyndugleikin sá, at skerjing varð gjørd út frá skeivum fortreytum, so fór upphæddin at verða játtað av nýggjum.
? Upphæddin hevur soleiðis hvørki havt rakstrar- ella gjaldførisávirkan enn, men rokningin skal gjaldast, og tá fer upphæddin at hava gjaldførisávirkan. Sum støðan er nú, hevur SVF ikki gjaldføri at gjalda rokningina uttan so at aðrir ognarar mugu bíða við at fáa sín pening, skriva Rasmussen & Weihe í hesum partinum av frágreiðingini um Sjónvarpið.