Í Fótbóltsblaðnum, sum kemur út saman við Sosialinum hesa vikuna, er samrøða við millum annað Rók av Fløtum Jespersen, sum brádliga er blivin ein av aldursforsetunum í HB.
Fylg ítróttinum hjá In.fo og Sosialinum á netinum við at trýsta HER
Seinast Rókur av Fløtum Jespersen spældi eitt heilt kappingarár við HB var í 2007. Tá var hann millum teir yngru á liðnum. Í dag er støðan ein onnur, nú hann er næstelstur í hópinum. Tað setur krøv, ásannar nú 30 ára gamli miðvallarin.
Les Sosialin á netinum við at trýsta HER
- Tað er løgið at vera næstelstur á liðnum. Tað er ein nýggjur leiklutur fyri meg, men eg eri til reiðar at taka tað ábyrgd, sum fylgir við, sigur Rókur av Fløtum Jespersen, sum var elstur til Símin Hansen kom í hópin.
Les eisini: (B68) Mamma segði kortanei
Fótbóltsblaðið er borðið út í hvørt hús við Sosialinum mikudagin. Fótbóltsblaðið kann eisini lesast á netinum.