Róland hevur sett nýtt met í 50 bringu

Hann svam á Reykjavík International 2023

Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hann á Reykjavík International 2023 svam seg til úrslitið 29.36 sekund.

 

Hetta skrivar Svimjisamband Føroya á heimasíðu síni.

 

Róland Toftum er fødur í 1998, og hann átti sjálvur gamla metið á 29.43 sekund. Hetta gamla metið var frá Danish Open í 2017.

 

Tað gongur væl hjá føroyingunum til hesa kapping.

 

Líggjas Joensen úr Ægir vann fyrradagin gull á Reykjavík International 2023, tá ið hann í 1500 metra frísvimjing á langgeil svam seg til úrslitið 16:47.36.

 

Lea Osberg Højsted úr Ægir svam seg fyrrakvøldið til flott føroyskt met og juniormet í 50 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hon í innleiðandi riðlunum á Reykjavík International 2023 svam næstbestu tíð av øllum, 34.31 sekund.