Roma avhølvaðir á Old Trafford

Fyrru Champions League-kvartfinaluna í Rom vann Roma 2-1, men í kvøld var onga løtu ivi um betra liðið. Úrslitið 7-1 skuldi sagt nokk. Ein dystur, har Manchester United spældi dreymafótbólt.

 

Carrick, Smith og Rooney syrgdu fyri, at heimaliðið fekk trygga leiðslu eftir bert 20 minuttum. Stutt fyri hálvleik økti Ronaldo, tá ið hann rak ímóti verjuni og sendi bóltin í netið til hálvleiksstøðuna, 4-0.

 

Manchester United helt fram at útspæla Roma í seinna hálvleiki. Eftir fýra minuttum var Ronaldo aftur á blettinum, eftir frálíkt uppspæl. Tíggju minuttir seinni skeyt Carrick somuleiðis sítt næsta mál, tá ið hann sendi eitt dreymamál í netið frá 25 metrum. Í 69. minutti pyntaði De Rossi um úrslitið við einum frálíkum skoti. Tættari kom Roma ikki, men hinvegin økti Evra við langskoti til 7-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.

 

Í hálvfinaluni verður tað AC Milan ella Bayern Munchen, sum Manchester United kemur at møta. Liðini spæla sín seinna dyst í morgin, eftir at fyrsti dystur endaði við javnleiki 2-2.