Romario nærkast 1000 málum

Brasilski álopsspælarin Romario er nær við at gera sítt mál nummar 1000 í sínum fótbóltslívi. 41 ára gamli Romario spælir nú fyri felagið Vasco Da Gama, og við einum hattricki kom Romario sambært egnum útrokningum upp á mál nummar 998 í hesum dysti. Romarion hevur lovað, at hann skal skorað 1000 mál, áðrenn hann gevst við síni drúgvu yrkisleið sum fótbóltsspælari.