Sum væntað vann Mitt Romney uppstillingarvalið hjá republikanarunum í statinum Florida í gjár. Tá 77 prosent av atkvøðunum vóru taldar upp tíðliga í morgun, hevði Romney fingið 47 prosent. 33 prosent høvdu atkvøtt fyri Newt Gingrich, og Rick Santorum og Ron Paul fingu ávikavist 13 og 7 prosent. Tað skal tó sigast, at teir báðir seinastu hava als ikki tikið lut í valstríðnum í Florida.
Romney brúkti meginpartin av sínari takkarrøðu til at finnast at verandi forsetanum, Barack Obama, sum hann legði undir at hava oyðilagt tann amerikanska búskapin. Sjálvur lovaði hann at endurreisa búskapin, verður hann valdur til forseta í heyst.
Tey næstu uppstillingarvalini hjá republikanarunum verða tann 4. februar í statunum Nevada og Maine.