Ronaldo avgjørdi – Barcelona í kreppu

Champions League: Cristiano Ronaldo skoraði í evstu løtu, og FC Barcelona tapti 3-0 og er í kreppu

Seinna hálva av 2. umfari í bólkaspælinum í Champions League hevur verið í kvøld. Cristiano Ronaldo fer avstað við yvirskriftunum, eftir at hann avgjørdi dystin móti Villarreal í yvirtíðini. FC Barcelona tapti 3-0 móti Benfica og er í kreppu.

 

Bólkur E:

 

Kreppan í FC Barcelona er stór og tað ivasamt, um Ronald Koeman yvirlivir dystin í kvøld. Benfica vann heili 3-0 og spælið hjá FC Barcelona er langt frá tí, sum tú vanliga setur í samband katalanska stórfelagið.

 

Bayern Munchen er millum favorittarnar at vinna kappingin. Tað stendur við eftir 5-0 sigurin í kvøld á Dynamo Kiev. Robert Lewandowski skoraði tvær ferðir.

 

Støðan:

 

  1. Bayern Munchen 6
  2. Benfica 4
  3. Dynamo Kiev 1
  4. FC Barcelona 0

 

Bólkur F:

 

Cristiano Ronaldo skoraði til 2-1 í 94. minutti í dystinum móti Villarreal á Old Trafford. Tað vóru annars gestirnir úr Spania, sum komu á odda, men við dundurskoti javnaði Alex Telles fyri Manchester United. Tað endaði við, at Cristiano Ronaldo úr spískum avgjørdi dystin.

 

Fyrr í kvøld vann Atalanta á Young Boys. Matteo Pessina avgjørdi dystin miðskeiðis í seinna hálvleiki.

 

Støðan:

 

  1. Atalanta 4
  2. Young Boys 3
  3. Manchester United 3
  4. Villarreal 1

 

Bólkur G:

 

Her vann FC Salzburg 2-1 á franska Lille. Stóra navnið er evnaríki Karim Adeyemi, ið tvær ferðir umsetti brotsspark til mál. Í Týsklandi spældu Wolfsburg og Sevilla javnleik 1-1. Her fekk Sevilla eitt umstrítt brotsspark.

 

Støðan:

 

  1. FC Salzburg 4
  2. Sevilla 2
  3. Wolfsburg 2
  4. Lille 1

 

Bólkur H:

 

Juventus vann eitt sindur óvæntað 1-0 á verandi meistarunum úr Chelsea. Heimaliðið var eisini uttan nakar av týðandi spælarunum. Stóra stjørna var italski evropameistarin Fredrico Chiesa. Fyrr um kvøldið vann Zenit 4-0 á heimavølli móti Malmø.

 

Støðan:

 

  1. Juventus 6
  2. Chelsea 3
  3. Zenit 3
  4. Malmø 0