Cristiano Ronaldo fekk brotsspark, misnýtti brotsspark, skoraði og fekk reytt kort, tá Real Madrid vandi hóttandi tapi til sigur móti Almeria.
Real Madrid stevndi móti tapi, tá Almeria skoraði tvær ferðir um miðjan seinna hálvleik, eftir at Sergio Ramos annars hevði lagt gestirnar á odda undan steðginum.
Eitt korter fyri leiklok javnaði Higuain, og avgerðin tóktist fella, tá Ronaldo í 81. minuttir fór umkoll í brotsteiginum.
Alves bjargaði royndini frá Ronaldo, men Benzema sendi returin í netið, og tveir minuttir seinni kom Ronaldo á talvuna, tá han skoraði til 4-2.
Í fagnaðinum um hetta málið fekk Ronaldo gult kort, og í seinasta minuttinum av dystinum fekk hann enn eitt av slagnum, tá hann sparkaði eftir Juanma Ortiz, tá teir báðir høvdu verið í tvídysti um bóltin.