Cristiano Ronaldo hevur tikið avgerð um at geva sær sjálvum eina gávu, nú tað eydnaðist honum at vinna EM í fótbólti saman við portugisiska landsliðnum.
Cristiano Ronaldo hevur keypt ein Bugatti Veyron, sum kann koyra heili 434,20 km/t. Bugatti Veyron verður marknaðarførdur á evropeiska og amerikanska marknaðinum, sum bilurin, ið megnar 1001 hestarkreftir.
Cristiano Ronaldo boðar frá á Instagram, at talan er um heimsins dýrasta bil. Hann hevur rindað eina upphædd, sum svarar til 15,2 miljónir krónur fyri Bugatti Veyron bilin. - Villdjórið er komið, skjótt kemur eigarin og heintar teg, skrivar Cristiano Ronaldo á Instagram.
Cristiano Ronaldo hevur væl og virðiliga ráð til ein Bugatti Veyron, tí sambært Forbes Magazine forvinnur hann eina upphædd um árið, sum svarar til 570 miljónir krónur í okkara peningi. Tveir triðingar er løn frá Real Madrid, meðan seinasti triðingurin er frá lýsingum, sponsorum og øðrum inntøkum. Cristiano Ronaldo er heimsins best lønta ítróttarfólk. Lionel Messi hevur næststørstu inntøkuna av øllum ítróttarfólkunum í heiminum. Ársinntøkan hjá Lionel Messi liggur um 526 miljónir krónur í okkara peningi.