Ronaldo fríkendur

Skuldsetingarnar um neyðtøku ímóti Manchester United leikaranum Ronaldo eru nú sleptar
Hesum boðar bretska løgreglan Scotland Yard frá í dag. Tvær kvinnur høvdu meldað Ronaldo og ein annan mann fyri neyðtøku á einum hotelli í London, men løgreglan metir ikki, at hald er teirra vitnisfrágreiðingum.
Ronaldo hevur sjálvur verið til drúgvar avhoyringar í málinum, sum nú er lagt til viks.