Ronaldo gjørdi av við FCK

Champions League: Cristiano Ronaldo var for góður til FCK

FCK tapti 4-0 fyri Cristiano Ronaldo og Real Madrid. Í Manchester fekk City ein sekk upp á 3-1 frá Bayern Munchen, meðan Manchester United spældi javnt í Ukreina.

 

Bólkur A:

Manchester United spældi javnleik móti Shakhtar Donetsk, eftir at Danny Welbeck hevði langt Manchester United á odda. Taison javnaði fyri heimaliðið eitt korter fyri tíð.

 

Hin dysturin í bólkinum endaði eisini við javnleiki 1-1. Leverkusen kom á odda beint fyri hálvleik, men stutt inn í seinna hálvleik javnaði Carlos Vela fyri sponsku gestirnar úr Real Sociedad, og bjargaði teimum eitt stig.

 

Bólkur B:

FCK royndist nú bara væl á Santiago Bernabeu móti Real Madrid, men tað er ikki uttan orsøka, at Cristiano Ronaldo verður mettur sum ein av tveimum av teimum bestu spælarunum í heiminum. Miðskeiði í fyrra hálvleiki stútaði hann eitt innlegg frá Marcelo í kassan.

 

Síðani hevði FCK faktist sínar møguelikar at javna, men tað endaði við. at Cristiano Ronaldo avgjørdi dystin tjúgu minuttir inn í seinna hálvleik, tá hann aftur stútaði bóltin í kassan. Uppleggið átti Ángel Di María og tað var hegnisliga framborið.

 

Løtu seinni økti Ángel Di María so sjálvur, tá hann skjeyt uttanfyri brotsteigin, og stutt fyri tíð skoraði hann aftur til endaliga úrslitið 4-0. FCK hevði tveir risa møguleikar at fáa mál í evstu løtu, men Iker Casillas, sum annars situr á bonkinum, bjargaði væl.

 

Í hinum dystinum í bólki B spældu Juventus og Galatasaray javnleik 2-2. Galatasaray var annars á odda 1-0. Tað var ein dramatiskur endi, har Juventus fyrst kom á odda 2-1, men minuttin seinni javnaði Galatasaray.

 

Bólkur C:

Her var talan um tveir tryggar sigrar. Ein til nýríka PSG og hin til Olympiakos. PSG vann 3-0 á Benfica og øll málini komu í fyrra hálvleiki. Zlatan Ibrahimovic skoraði tvey av teimum.

 

Kostas Mitroglou var stóran hetjan hjá Olympiakos, sum vann 3-0 á Anderlecht. Hann skoraði nevniliga øll málini fyri gestirnar úr Grikkalandi.

 

Bólkur D:

Her var stóri dysturin millum Manchester City og Bayern Munchen. Her vísti Bayern Munchen hví teir eru besta liðið í Evropa – og helst eisini í heiminum. Teir vunnu 3-1, eftir at hava verið á odda 3-0.

 

Franck Ribery legði Bayern Munchen á odda við skoti, sum Joe Hart skuldi havt tikið. Thomas Muller og Arjen Robben avgjørdu dystin, áðrenn Alvaro Negredo minkaði um munin.

 

Dysturin prógvar, at Manchester City hevur langan veg á mál í Evropa.

 

Champions League:

 

Bólkur A:

Leverkusen – Real Sociedad 2-1(1-0)

1-0         Simon Rolfes, 45+1

1-1         Carlos Vela, 51

2-1         Jens Hegeler, 90

 

Shakhtar Donetsk – Manchester United 1-1 (0-1)

0-1         Danny Welbeck, 19

1-1         Taison, 76

 

Støðan:

1.     Manchester United 4(stig)

2.     Shakhtar Donetsk 4

3.     Bayer Leverkusen 3

4.     Real Sociedad 0

 

Bólkur B:

Juventus – Galatasaray 2-2 (0-1)

0-1         Didier Drogba, 36

1-1         Arturo Vidal, 78

2-1         Fabio Quagliarella, 87

2-2         Umut Bulut, 88

 

Real Madrid – FCK 4-0 (1-0)

1-0         Cristiano Ronaldo, 21

2-0         Cristiano Ronaldo, 65

3-0         Ángel Di Maria, 71

4-0         Ángel Di Maria, 90

 

Støðan:

1.     Real Madrid 6

2.     Juventus 2

3.     FCK 1

4.     Galatasaray 1

 

Bólkur C:

Anderlecht – Olympiakos 0-3 (0-1)

0-1         Kostas Mitroglou, 19

0-2         Kostas Mitroglou, 56

0-3         Kostas Mitroglou, 72

 

PSG – Benfica (3-0)

1-0         Zlatan Ibrahimovic, 5

2-0         Marquinhos, 25

3-0         Zlatan Ibrahimovic, 30

 

Støðan:

1.     PSG 6

2.     Olympiakos 3

3.     Benfica 3

4.     Anderlecht 0

 

Bólkur D:

CSKA Moskova – Viktoria Plzen 3-2 (2-1)

0-1         Frantisek Rajtoral, 4

1-1         Zoran Tosic, 19

2-1         Keisuke Honda, 29

3-1         Radim Reznik sjálvm, 78

3-2         Marek Bakos, 90+1

 

Manchester City – Bayern Munchen (0-1)

0-1         Franck Ribery, 7

0-2         Thomas Müller, 56

0-3         Arjen Robben, 60

1-3         Alvaro Negredo, 80

 

Støðan:

1.     Bayern Munchen 6

2.     Manchester City 3

3.     CSKA Moskva 3

4.     Viktoria Plzen