Ronaldo í øðini í United sigri

Premier League: Cristiano Ronaldo var í øðini, tá hann bleiv útskiftur, men tað er ein forkláring

Mynd: (Scanpix) Cristiano Ronaldo var alt annað enn nøgdur við at blíva skiftur út

Tveir dystir vóru í Premier League í gjár. Manchester United vann 3-1 á útivølli móti Brentford, meðan Tottenham vann ein dramatiskan 3-2 sigur á Leicester. Seinastu tvey málini komu langt inni í yvirtíðini.

 

Uppflytararnir úr Brentford høvdu ikki færri enn fimm danskarar í uppstillingini, tá teir fingu vitjan av Manchester United. Gestirnir vóru kroystir í fyrra hálvleiki, men skoraðu málini. Anthony Elanga, Mason Greenwood og Marcus Rashford skoraðu málini.

 

Tað fall ikki í góða jørð hjá Cristiano Ronaldo, tá hann bleiv skiftur úr við støðuni 2-0. Hann vísti sína ónøgd á veg av vøllinum, og tá hann sat á bonkinum. Ralf Rangnick, venjari hjá Manchester United, tosaði við heimsstjørnuna eina løtu og forkláraði eftir dystin støðuna.

 

- Eg greiddi Ronaldo frá, at vit vóru frammanfyri 2-0, men at vit máttu læra av feilinum móti Aston Villa. Tá var vónbrotin av mær sjálvum, at eg ikki skifti til fimm í vejruni. Nú komu vit í somu støðu og vildi ikki gera sama mistakið, segði Ralf Rangnick við BBC og legði afturat:

 

- Ronaldo er 36 ár og í fantastiskum formi, men tá tú ert høvðusvenjari, mást tú síggja tað sum høvðusvenjari. Mítt arbeiði er at taka rættu avgerðirnar fyri liðið og felagið.

 

Tað var eisini stórur dramatikkur í Leicester í gjár. Heimaliðið var á odda 2-1, tá 94 minuttir vóru spældir, men so vendi innskifti Steven Bergwijn dystinum við tveimum málum upp á tveir minuttir. Tottenham, sum hevur spælt færri dystir enn kappingarneytarnir í stríðnum um at koma í topp fýra, liggur nú væl fyri í tí stríðnum.

 

1Man City22182254:1356
2Liverpool21136255:1845
3Chelsea23128346:1844
4West Ham22114741:3037
5Tottenham19113526:2236
6Arsenal20112733:2535
7Man Utd21105635:3035
8Wolves2094717:1531
9Brighton21611422:2229
10Leicester1974833:3625
11Crystal Palace2159730:3124
12Southampton2159725:3324
13Aston Villa20721127:3223
14Brentford22651125:3623
15Leeds2057824:3922
16Everton19541024:3419
17Watford19421323:3714
18Norwich City21341410:4513
19Newcastle20191020:4312
20Burnley1718816:2711

Mynd: (Scanpix) Cristiano Ronaldo var alt annað enn nøgdur við at blíva skiftur út