Portugisiska fótbóltsstjørnan Cristiano Ronaldo kann fáa ein avgerandi leiklut, tá fyrrverandi italski forsætisráðharrin Silvio Berlusconi skal fyri rættin, har hann er ákærdur fyri kynsliga samveru við einari ov ungari gentu.
Franska tíðindastovan AFP skrivar, at ein dómstólur í Italia hevur í dag góðkent Christiano Ronaldo og amerikanska filmsleikaran George Clooney sum vitni í rættarmálinum ímóti Berlusconi. Tað er kortini ógreitt, um teir báðir taka av tilboðnum.
Í tí nógv umrødda málinum er Silvio Berlusconi ákærdur fyri at goldið teirri tá 17 ára gomlu Karima El Mahroug úr Marokko pengar fyri tað, sum ákæruvaldið kallar "seksuellar tænastur".
Karima El Mahroug hevur greitt frá, at Christiano Ronaldo var millum gestirnar í hennara hotellkamari, men tað hevur hann avsannað. George Clooney sigur, at hann hevur bara hitt Berlusconi einaferð í sambandi við kreppuna í Darfur.