Ronaldo møguliga leigaður út til Newcastle í heyst

Cristiano Ronaldo hevur ein serligan klausul í sínum sáttmála við Al-Nassr

Vit koma møguliga at síggja Cristiano Ronaldo aftur í bæði Champions League og Premier League komandi kappingarár.

 

Sambært spanska ítróttarmiðlinum, Marca hevur Cristiano Ronaldo ein klausul í sáttmálanum við saudiarabiska felagið, Al-Nassr.

 

Klausulurin sigur, at um Newcastle United endar í topp-4 í Premier League, ið ikki er ósannlíkt, og harvið tryggar sær sætið í Champions League kappingini 2023-2024, so skal Al-Nassr leiga Ronaldo út til Newcastle, so Ronaldo kann leggja aftrat sínum málmeti í Champions League.

 

Ronaldo hevur skotið 140 mál í Champions League sum er met. Hann hevur skotið 11 mál fleiri enn Lionel Messi, og er Ronaldo sera altráður eftir at varðveita metið sum fremsti málskjúttin nakrantíð í Champions League, sambært Marca.

 

Marca væntar tó, at Messi eisini verður partur av liðnum hjá PSG komandi kappingarár. Tí verður spennandi at síggja hvussu langt PSG kemur í núverandi kappingini, og hvussu nógv mál Messi kann skjóta fyri at stytta frástøðuna til málmetið hjá Ronaldo. 

 

Bæði Al-Nassr og Newcastle hava saudiarabiskar eigarar, og tí fer eitt slíkt leigumál at lata seg gera.