Ronaldo og Bale á blettinum

Bæði Cristiano Ronaldo og Gareth Bale skoraðu fyri Real Madrid fyrrapartin

Real Madrid var í dysti longu klokkan 11 fyrrapartin í dag, tá teir vitjaðu grannarnar úr Getafe. Real Madrid vann 3-0. Cristiano Ronaldo skoraði tvey, meðan Gareth Bale skoraði eitt.

 

Les eisini: Ronaldo heimsins besti

 

Real Madrid hevur tryggjað sær oddastøðu í La Liga hetta umfarið. Teir eru í løtuni fýra stig frammanfyri Barcelona, sum spælir á útivølli móti Deportivo La Courna í kvøld. Hóast tað ikki var sannførandi í fyrra hálvleiki, so vann Real Madrid uttan stórvegis hóvasták í seinna hálvleiki.

 

Fyrstur at seta hol á var heimsins besti fótbóltsspælari, Cristiano Ronaldo. Hann skoraði eftir flott uppspæl frá Karim Benzema. Hetta var miðskeiðis í seinna hálvleiki. Bara minuttir seinni skoraði Gareth Bale. Hesa ferð var talan um frálíkt skjótálop, har James Rodriguez legði bóltin væl innfyri til walisan, sum skoraði.

 

Cristiano Ronaldo staðfesti sigurin tíggju minuttir fyri tíð, tá hann stútaði eitt innlegg frá James Rodriguez í málið.

 

Ronaldo ikki illur inn á Bale

 

Í fleiri dystum í ár hevur Cristiano Ronaldo ilskast inn á Gareth Bale, tá hesin ikki hevur spælt bóltin. Hetta hevur fingið fjølmiðlarnar at skriva, at ilt er millum tveir teir dýrastu fótbóltsspælararnar í heiminum.

 

Les eisini: Bale í býti við De Gea

 

Hesum hevur Cristiano Ronaldo avsannað, tá hann var í Seivs til FIFA Ballon d’Or gallaveitsluna. Hann helt hann fyri, atviðhaldsfólkini hjá Real Madrid skulu vera góð við Gareth Bale.