Ronaldo sendi Portugal í Nations League finaluna

Portugal møtir antin Spania ella Fraklandi í finaluni

Hóast hann er 40 ár heldur fram við at skjóta mál fyri portugisiska landsliðið.

Í kvøld skoraði Cristiano Ronaldo sigursmálið, tá Portugal í Nations League hálvfinaluni á Allianz Arena leikvøllinum í München vann 2-1 á Týsklandi.

Flori­an Wirtz stútaði Týskland framum 1-0, tá tríggir minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. Men fýra gyltir minuttir vendu øllum til fyrimuns fyri Portugal. Francisco Conceicao javnaði til 1-1 við einum sera flottum langskoti, og fýra minuttir seinni skoraði Cristiano Ronaldo sigursmálið. Nuno Mendes spældi bóltin hegnisliga til Ronaldo, ið frá stuttari frástøðu beindi bóltin í málið.

Talan var um landsliðsmál nummar 137 hjá Ronaldo, ið bøtir um heimsmetið hvørja ferð hann skorar fyri Portugal. Ronaldo hevur nú spælt heilar 220 landsdystir fyri Portugal, ið sjálvsagt eisini er met.

Í Nations League finaluni møtir Portugal antin Spania og Frakland. Tey spæla hálvfinalu á MPH Arena leikvøllinum í Stuttgart í annaðkvøld klokkan 20.