Cristiano Ronaldo skoraði tvey av málunum fyri Portugal, sum í gjár vann 5-1 á Kamerun í venjingardysti. Portugisiska superstjøran hevur nú skotið 49 mál fyri Portugal og tað er met.
Gamla metið hevði Pauleta við 47 málum, sum Cristiano Ronaldo undan dystinum hevði tangerað. Talan var um heldur lættan sigur, tí verjan hjá Kamerun hevði ikki ein av sínum betri døgum.
- Eg leggi ikki so nógv í at seta met. Tað er nakað, sum hendir natúrligt, sigur Cristiano Ronaldo við portugisiskt sjónvarp.
Meðan Cristiano Ronaldo setti nýtt met, so gekk minni væl hjá Lionel Messi og Argentina. Teir spældu málleysan javnleik móti Rumenia, sum Føroyar eru í bólki við.
Lionel Messi hevur nú bara skotið tvey mál í seinastu níggju dystunum fyri Argentina.