Real Madrid og FC Basel komu úr fyrru 1/8 finalunum í Champions League við sigrum. Real Madrid og Cristiano Ronaldo vunnu 2-0 á Schalke, meðan FC Basel á heimavølli vann somuleiðis 1-0.
Spælararnir hjá Schalke fóru óvanliga hart við Cristiano Ronaldo, sum fleiri ferðir bleiv sparkaður á øklarnar, tá hann skuldi móttaka bóltin. Áskoðararnir royndu eisini sítt besta at rópa eftir honum, men lítið nyttaði.
Tjúgu minuttir fyri hálvleik svaraði Cristiano Ronaldo aftur, tá hann flott stútaði eitt innlegg úr høgru í mál. Cristiano Ronaldi hevði ikki skorað fyri Real Madrid í ein mánað undan dystinum í kvøld.
Brasilski vinstri bakkurin, Marcelo, staðfesti sigurin við besta málinum í Champions League endaspælinum higartil, tá hann sendi bóltin við høgra beini upp í málhornið í handari stong.
Í Sveis deildu FC Basel og FC Porto stigini í 1-1 Javnleiki. Derlis Gonzalez legði FC Basel á odda, meðan Danilo javnaði fyri gestirnar upp á brotsspark.
Champions League 1/8:
Í kvøld:
Schalke 04 – Real Madrid 0-2 (0-1)
0-1 Cristiano Ronaldo, 26
0-2 Marcelo, 79
FC Basel – FC Porto 1-1 (1-0)
1-0 Derlis Gonzalez , 11
1-1 Danilo, 79 br
Í gjár:
PSG – Chelsea 1-1 (0-1)
0-1 Branislav Ivanovic, 36
1-1 Edinson Cavani, 54
Shakhtar Donetsk – Bayern Munchen 0-0 (0-0)