Ronaldo stóð læknaroyndina

Tað gerst alt meira víst, at Cristiano Ronaldo í næstum skrivar undir við Real Madrid. Í gjár var porugisiska stjørnan til vanligu læknakanningina í Madrid, og her funnu læknarnir einki, sum skuldi forða fyri einum skifti. Nú restar bert, at Real Madrid og Ronaldo semjast um persónligu treytirnar fyri sáttmálanum, áðrenn Real Madrid enn einaferð setir nýtt met fyri keypsprís av fótbóltsspælara.