Dysturin millum Serbia og Portugal í HM undankappingini í gjár fekk ein dramatiskan enda, tá heimsstjørnan Cristiano Ronaldo fór av vøllinum í øðini, eftir at hann eftir øllum at døma av misgáum ikki fekk viðurkent eitt mál í síðstu sekundunum.
Harvið endaði uppgerðin 2-2. Men støðan gjørdi Ronaldo so óðan, at hann eftir endabríkslið í øðini fór av vøllinum uttan at helsa upp á nakran, og hann tveitti liðskiparabandið frá sær.
Eftir dystin greiðir heisstjørnan frá sínum gerðinum á Instagram.
– At verða liðskipari fyri Portugal er ein av størstu framíhjárættindunum í lívi mínum, sum ger meg ernan.
– Eg gera alt fyri land mítt. Tað broytist ikki. Men viðhvørt eru truplar tíðir, serliga tá vit kenna, at ein tað verður gjørt eini heilari tjóð fortreð, skrivar Ronaldo millum annað.
Hann fær stuðul frá venjaranum hjá Portugal, Fernando Santos.
– Vit skoraðu eitt mál, sum vit ikki fingu, sjálvt um bólturin var inni. Í einum dysti á hesum støði eigur slíkt at vera ógjørligt, segð Santos á einum tíðindafundi sambært tíðindastovuni AFP.
Javnleikurin merkir, at bæði Serbia og Portugal hava fýra stig eftir fyrstu tveir dystirnar í bólki A.
Mótsætt øðrum kappingum verður hvørki videodómaraskipanin VAR ella mállinjutøkni nýtt í HM-undankappingini.
Tí vóru tað bara dómarar, sum í gjár mettu, at Stefan Mitrovic hjá Serbia náddi at bjarga royndini hjá Cristiano Ronaldo á strikuni, sjálvt um tað á sjónvarpsmyndum sá út sum, at bólturin var í málinum.
/ritzau/