Ronaldo vil til Real

Slaturið, um at Ronaldo er ávegis til Real Madrid, fekk enn meira lív í dag, tá stjørnuspælarin sjálvur segði, at hann fegin vil sleppa til spanska stórfelagið. - Eg vil fegin spæla fyri Real Madrid. Men bert um tað passar, at teir vilja rinda mær og felagnum tær upphæddir, sum teir hava nevnt. Tað eri ikki eg, sum geri av, hvat meira hendir, men nú havi eg so sagt mína hugsan um hetta, segði Ronaldo í gjár. Hjá ensku meistarunum hevur Sir Alex Ferguson fleiri ferðir sagt, at Ronaldo ikki er til sølu. Líkamikið hvussu stórt boðið er.