Nýtt og gott gamalt.
Tað kundi verið yvirskriftin fyri manningina í bólkinum Side Effect. Tónleikararnir í bólkinum eru allir uttan ein blaðungir. Tey eru millum 17 og 19 ár.
Men so er tað Ronnie.
Ronnie Nielsen, sum hevur spælt trummur og sungið í alskyns bólkum í Føroyum í meira enn 25 ár. Nøvnini eru mong. Devon, Frændur, Paragraf, Black Birds, Tám og Trast ? bara fyri at nevna nøkur.
Nú situr Ronnie aftan fyri trummurnar í bólkinum Side Effect.
42 ára gamal og í góðum hýri.
Hann kundi verið pápi teirra, og er tað kanska á ein hátt.
Hann er nevniliga fosturpápi ljómborðsspælaran í bólkinum, Brynjolf á Heygum, sum er sonur kendu songkvinnuna Rúnu á Heygum.
? Hetta er nakað heilt annað. Eg havi ongantíð áður spælt techno-tónleik, so hetta er fullkomiliga nýtt fyri meg, sigur royndi trummuspælarin, sum fyri tveimum árum síðani spældi í Prix-finaluni saman við bólkinum Tám.
Meira livandi tónleikur
Bólkurin Side Effect hevur nøkur ár á baki. Fyri tveimum árum síðani var bólkurin við í innleiðandi Prix-umfarinum á Strondum, og hóast nógv hildu, at teir vóru sum ein frískur vindur, komu tey ikki víðari.
Nú royna tey aftur, og hesaferð skal tónleikurin vera meira livandi. Tey brúka forritaðar trummur, men nú verður tað saman við góða trummuspælinum hjá Ronnie Nielsen.
? Fyri einum ári síðani vildi eg ikki hoyra talan um at hava ein trummuspælara við í bólkinum, men eg havi broytt hugsan. Tað riggar væl at hava ein trummuspælara við í einum techno-bólki. Tað ger tónleikin nógv meira livandi, so tað næsta verður kanska, at vit fáa ein bassspælara við eisini, sigur Brynjolfur á Heygum.
? Vit hava ikki spælt alment við hesari manningini enn, men tað hoyrist til venjingina, at tónleikurin hevur fingið nakað afturat, síðani vit fingu ein trummuspælara uppí.
Kostar uppvask og rudding
Tá trummuspælari skuldi finnast, fór Brynjolfur eftir einum tónleikara, sum stendur hon nær.
Fosturpápi hansara er ein av Føroya mest virdu trummusláarum, so tað var líkatil.
? Eg haldi ikki, at eg skuldi lokka hann nakað serligt. Hann segði ja mest sum beinanvegin, sigur Brynjolfur við einum stórum smíli.
? Men hann veit, hvat tað kostar. Uppvask og rudding, leggur Ronnie argandi afturat.
Ongar konfliktir
Brynjolfur heldur, at tað er ein stórur fyrimunur at hava ein so royndan tónleikara sum Ronnie við í bólkinum.
? Vit hava skift manning eitt sindur seinastu árini, og við hvørt hava vit havt konfliktir, tí onkrir tónleikarar ikki vilja góðtaka, at vit spæla techno-tónleik. Soleiðis er ikki við Ronnie. Hann er ótrúliga professionellur. Hann roynir ikki at broyta okkum, men leggur seg eftir at spæla trummur, soleiðis at tað passar til tónleikastílin hjá okkum, sigur Brynjolfur.
Og Ronnie hevur eisini rósandi orð at siga um ungu fólkini, sum hann nú spælir saman við.
? Tey duga sera væl at gera tónleik og at spæla, so tað er bæði stuttligt og avbjóðandi hjá mær at vera við, sigur hann.
Hann vil tó ikki siga, at hann verður verðandi í bólkinum. Fyri fyrst snýr tað seg um Prix Føroyar tónleikakappingina, og klárar bólkurin at koma víðari frá innleiðandi umfarinum leygarkvøldið, so hava tey í øllum førum finaluna at venja fram ímóti.
Hugsa um útgávu
Tey eru átta fólk, sum spæla í Side Effect. Ein forsangari, tríggir kórsangarar, tveir ljómborðsspælarar, ein gittarspælari og ein trummuspælari.
? Vit hava vant nógv hvør í sínum lagi, so at vit duga allar sangirnar væl og virðiliga. Hesa vikuna brúka vit so tíðina til at venja saman og at fáa alt sita, sigur Brynjolfur á Heygum.
17 ára gamli tónleikarin er ein tann yngsti tónleikarin, sum hevur spælt í Prixnum, og eftir Prixið í ár verður næsta uppgávan at fáa eina fløgu út.
? Tað er helst best einki at siga um, nær fløgan skal koma út, men vit ælta okkum at koma við eini útgávu, sigur Brynjolfur.