Wayne Rooney fekk ikki færri enn 34% av atkvøðunum, ta 4.000 enskar kvinnur herfyri greiddu atkøvðu um, hvør var tann ljótasta ítróttarstjørnan í heiminum.
Fáur man vera í iva um, at Rooney er ein av evnaríkastu ensku spælarunum í nýggjari tíð, men eftir øllum at døma er vakurleikin ikki eins stórur, sum fótbóltsevnini. Millum manna verður Rooney ofta róptur Shrek, og hetta navnið livdi hann væl og virðiliga upp til á atkvøðugreiðslun
Tað er fyritøkan OnePoll, sum hevur gjørt spurnarkanningina, og har segði ein talsmaður, at hóast Rooney varð mettur sum tann ljótasta ítróttarstjørnan yvirhøvur, so kann hann ugga seg við, at unnustan, Coleen McLoughlin, telist millum vakrastu sprundini í Onglandi.
20 teir fremstu í atkvøðugreiðsluni vóru annars hesir:
1Wayne Rooney (Fótbóltur)
2Peter Beardsley (Fótbóltur)
3Ronaldinho (Fótbóltur)
4Peter Crouch (Fótbóltur)
5Ricky Hatton (Nevaleikur)
6Boris Becker (Tennis)
7Paul Gascoigne (Fótbóltur)
8Luke Chadwick (Fótbóltur)
9Prince Naseem (Nevaleikur)
10Martin Keown (Fótbóltur)
11Dwight Yorke (Fótbóltur)
12Ian Rush (Fótbóltur)
13Stephen Hendry (Snooker)
14Ian Bootham(Cricket)
15Steve Davis (Snooker)
16Colin Montgomerie (Golf)
17Nigel Mansell (Formel 1)
18Roger Federer (Tennis)
19Andrew Murray (Tennis)
20Ray Parlour (Fótbóltur)