Rooney ikki við

- Wayne Rooney hevur ongan møguleika fyri at blíva klárur til dystin móti Bayern mikukvøldið. Vit hava gjørt stór framstig við skaðanum hjá honum, men eg eri ikki áhugaður í at taka kjansir við einum spælara, ið ikki er 100% klárur, sigur Sir Alex Ferguson.

 

Manchester United tapi í seinastu viku 2-1 fyri Bayern Munchen á Allianz Arena í Munchen. Tað var í álopinum tá Bayern legði seg á odda 2-1, at Wayne Rooney beklaði á sínum høgra fóti.

 

- Eg rokni ikki við, at Rooney verður at síggja á bonkinum, men hann fer nokk at royna at yvirtala meg til at hava hann við á bonkinum, men tað er ein torfør avgerð, sigur Sir Alex.

 

Seinni dysturin millum Manchester United og Bayern Munchen verður í annaðkvøld kl 19.45.