Rós til Gunnar

Venjarin hjá Motherwell, Stuart McCall sigur við skotskar miðlar at Gunnar Nielsen leikti sín besta dyst hetta kappingarárið, tá Motherwell í vikuni vann 1-0 á Inverness.

Gunnar Nielsen helt málið reint fyrr í vikuni, tá Motherwell á heimavølli vann 1-0 á Inverness í bestu skotsku deildini.

 

Gunnar Nielsen stóð ein góðan dyst og hevur eisini fingið rós frá venjaranum aftaná dystin.

 

Venjarin hjá Motherwell, Stuart McCall, sigur við skotskar miðlar at Gunnar Nielsen spældi sín besta dyst hetta kappingarárið í 1-0 sigrinum á Inverness fyrr í vikuni.

 

-      Gunnar spældi ein frálíkan dyst. Hann kom út til innleggini og tók tey uttan nakað hóvasták, við veruligum sjálvsáliti.

 

-      Hann hevði eisini nakrar góðar bjargingar. Millum annað tann eina í byrjanini av dystinum tá hann meistarliga forðaði Richie Foran í at fáa mál. Gunnar Nielsen gjørdi alt rætt, ið kann krevjast av einum málmanni.

 

-      Eg eri vísur í at dysturin hevur havt góða ávirkan á sjálvsálitið hjá Gunnari Nielsen og hann kemur at vera ein týðandi leikari hjá okkum restina av kappingarárinum, nú tá Lee Hollis er skaddur við einum keiktum fingri.

 

-      Eg vóni at Gunnar Nielsen kann halda fram á sama hátt til dystin móti Ross County í dag.

 

Gunnar Nielsen og Motherwell eru ájavnt við Aberdeen á 2 plássið í bestu skotsku deildini. Tey bæði liðini hava 54 stig, meðan Celtic er suverent oddalið við 74 stigum á 1 plássið.

 

Gunnar Nielsen stendur í málinum hjá Motherwell í dag, sum á heimavølli skal spæla móti Ross County. 

 

kelda www.eveningtimes.co.uk