- Eg krevji, at páparnir eisini taka sína ábyrgd.
Rósa Samuelsen, tingkvinna fyri Sambandsflokkin heldur, at páparnir sleppa ov lætt burtur úr at seta børn í verðina.
Løgtingið hevur enn einaferð umrøtt viðurskiftini hjá teimum lágløntu og støkum uppihaldarum.
Í hesum sambandi staðfestir Rósa Samuelsen, at hon saknaði, at eisini páparnir taka sína ábyrgd.
- Skal tað bera til hjá einum manni at seta sjey børn í verðina og lata landið hanga upp á tey, spyr hon.
Hon sigur, at tískil krevur hon nú, at eisini páparnir stíga fram og átaka sær sín part av uppgávuni, saman við landinum, at tryggja børnunum góð kor, tí tað eru teirra børn.
Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, sigur, at tað er ikki so einfalt at fáa páparnar at rinda meiri.
- Sjálvandi skulu teir rinda fyri síni børn. Men teir skulu eisini hava rætt til at síggja síni børn, sigur landsstýriskvinnan.