Rosanne Cash kemur til Føroya á Ólavsøku

Elsta dóttirin hjá Johnny Cash kemur til Føroya í summar.

Rosanne Cash er 62 ára gamla dóttirin hjá Johnny Cash, og hennara ferðaætlan sigur, at hon er ávegis til Føroya. 

 

 

Birgir Kruse, ummælari, skrivar um Rosanne á sínari síðu.- Rosanne er eitt stórt navn innan fleiri listargreinar. Hon er sangari og sangskrivari, men hon er eisini rithøvundur bæði sum søguforteljari í stórum miðlum í USA og sum bókarithøvundur, skrivar hann millum annað. 

 

 

Í 1985 fekk hon Grammy virðisløn fyri "I Don't Know Why, You Don't Want Me", og hevur 12 ferðir verið í uppskotið til at fáa eina virðisløn. 11 ferðir hevur hon verið nummar eitt við countrysangum, 21 ferðir á top 40 listanum við countryplátum og hevur hon fingið tvær gullplátur, skrivar Birgir Kruse. Les meira um dóttir Johnny Cash, Rosanne, við at trýsta her

 

 

Nú er kenda listakvinnan ávegis til Føroya, og á Ólavsøku vitjar hon í Føroyum. Tað verður ein aukustisk konsert og verður hon ein tíma ella so. Hon verður hildin í Vágsbotni 29. juli.