Í hugaheimi hjá flestu føroyingum er Gundadalur í Havn ein staður, har friðsælt og vinsælt er at vera. Fyri langari tíð síðani er økið lagt av til fólk at njóta ymisk frítíðarítriv, eitt øki, har ítróttur og náttúra rennur saman í eina hægri eind.
Gamaní, útviklingurin krevur sítt og ymiskt er, hvussu síðstu útbyggingarnar eru mettar manna mill-um. Mangan er tað so, at bøtast kann um íkomnan skaða við at broyta og snøgga til, men allir partar av Gundadali eru ikki eins væl fyri í so máta.
Ein regndag, fyri skjótt trimum árum síðani gekk eg mær eftir gøtuni oman fyri ovasta fótbóltsvøllin niðan í móti ÍSF-húsunum. Har undir vestara enda stóðu nøkur ross og bíndu. Tað sást á øllum brøgdum, at tey ikki vóru vilst inn á økið eftir díkinum og rununi at døma. Eg veit ikki, hvussu rossini høvdu tað, men tað fall mær sárt fyri bróstið, tá ið eg var varugur við, at økið oman fyri svimjihøllina, ÍSF-húsini og longur vestur, høvdu staðið sína roynd sum rossabit. Hetta framúr vakra økið er helst einasta og seinasta lyngtungan, sum fær loyvi at stinga seg oman í Havnina. Eg spurdi meg sjálvan, um tað mundi vera satt, at Tórshavnar Býráð mundi vera vitandi, ella í ringasta føri hevði givið loyvið til eitt slíkt tilætlað oyðileggjandi tiltak móti einari slíkari náttúruperlu, sum økið av sonnum má sigast at vera. Onkur vil kanska her halda, at har er einki. Har eru jú hvørki trø ella annar gartnaraframaldur vøkstur! Men so er ikki.
Mong munnu tey vera, sum kortini hava gáað eftir, hvussu heiðalyngurin saman við eini ørgrynnu av øðrum hóskandi føroyskum hagavøkstri setur sín dám á lendið. Eg ivist ikki í at allarflestu borgarar eru samdir í, at slík øki eiga at verða vard og hjúklað um, soleiðis at borgarar, eldri sum yngri, uttan at brúka bil, kunnu njóta ein part av óspiltari náttúru mitt inni í Havnini.
At nú kríatúr eru sloppin inn at taða og gadda alt av, má eftir míni bestu sannføring vera eitt mistak. Lyngur er ein ógvuliga viðkvæmur vøkstur, sum eftir stuttari tíð hvørvur undir slíkum korum, sum býráðið hevur borðreitt við.
At fólk sjálvi onga trøð eiga, ella kunnu ikki skaffa sær annað lendi til síni ross, kann ongantíð gerast trupulleikin hjá okkum øðrum borgarum. Um so er, at loyvið, og eg vil siga av misgáum, er givið rossaeigara, so má slíkt verða endurskoðað, tá árinini eru til óbótaligan skaða fyri økið. Tað er ongantíð skomm at rætta mistøk, men verður tað har aftur ímóti ikki rættað, vísir tað tæri í teimum býarpolitikkarum, sum eru settir at umsita okkara felags ogn.
Í fjør nevndi eg henda trupulleikan fyri borgarstjóranum og segði hann seg vilja kanna málið. Eg vóni ikki, at hann í síni tign bert setti kikaran fyri tað blinda eygað.
Ikki tí, í Gundadali hava fleiri býarpolitikarar sína gongd. Er tað veruliga so, at teir látast sum um, teir einki síggja? Er blóðið storknað í æðrum teirra, ella er hjartað so lítið, sum bukar í hjørtum teirra?
Vælsignaðir menn, fái eisini eyguni upp fyri hesi náttúruperlu.
Í dag ganga rossini aftur har, og sjálvt um slík mál ikki geva tær mongu atkvøðurnar, so eru vit fleiri, ið taka hattin av fyri tí býráðspolitikara, sum fær bøtt um hesa skomm og henda skaða, áðrenn slíkur at-burður hóttir við at vinna sær hevd.