Vaktarskifti var í Sambandsflokkinum í dag, tá Bárður á Stein Nielsen, tók við formanssessinum frá fyrrverandi løgmanni, Kaj Leo Holm Johannesen, ið hevur verið formaður floksins síðani 2004.
Nýggi formaðurin brúkti ein part av síni formansrøðu til at rósa Kaj Leo Holm Johannesen, fyri alt tað, ið hann hevði gjørt fyri flokkin.
- Við hetta høvi fari eg eisini at takka undanfarna formanni, ið hevur leitt flokkin seinastu 11 árini. Burtursæð frá einum hálvum árið í 2008 hevur flokkurin verið í samgongu alt formansskeiðið hjá Kaj Leo Johannesen.
Serliga fekk Kaj Leo Holm Johannesen rós fyri, at hann megnaði at halda flokkin við valdið, hóast tað leikaði hart á.
- Hann hevur megnað – við semjusøkjandi arbeiði – at hildið flokkinum við valdið, hóast tað mangan hevur brotið í bæði borð.
- Tað eigur Kaj Leo rós uppiborið fyri, segði nývaldi formaðurin á eykalandsfundinum.