- Rottan ger heilt óbótaligan skaða í føroysku náttúruni
Tað sigur Jens-Kjeld Jensen í Nólsoy, sum hevur livað og granskað í føroyskari náttúruni í eitt langt áramál.
Í gjár stúrdi Lívfrøðingurin, Eyðfinn Magnussen fyri at rottan, sum er skaðadýr, kann beina fyri føroysku haruni. Tað sigur hann, nú hann hevur sett myndatólk upp við harusetur ymsastaðni í landinum. Men hann viðgongur, at hann gjørdust ikki sørt skakkur, tá ið hann sár rottur uppi á myndunum.
Les eisini: Óttast at rottan týnir haruna
Og Jens-Kjeld Jensen heldur avgjørt, at lívfrøðingurin hevur alla orsøk til at óttast fyri harini.
Hann sigur nevniliga, at rotta tekur alt, sum fyri er, bæði fugl og egg. Einaferð tey kannaðu náta, settu tey myndatól upp við onkur reiður, og tá sóu tey at ein rotta, sum ikki var serliga stór, leyp upp á bakið á einum havhesti, sum lá á eggum, og beit hann í nakkan og drap hann.
Tá ið rotta kann gera av við ein fullvaksnan havhest, sum liggur á eggum, ivast hann heldur ikki í, at rotta kann taka ein haruunga.
Jens-Kjeld Jensen sigur, at rottan kom til Føroya miðskeiðis í seytjanhundraðtalinum, og at tað er nógv til at rottu í haganum og at tað eru øki í landinum, har rottan hevur oytt allan lundan, og annan fugl. Hetta er hent sunnanfyri Hvannasund, í Akrabergi, í Vágum, og aðrastaðni.
Hann er eisini sannførdur um, at rottan er til óbótaligan skaða fyri heiðafuglin og summastaðni hevur hon eisini týnt bæði drunnhvíta og skráp.
Hann sigur, at nógvastaðni, har hann hevur gingið í haganum, eru rottuholur at síggja nógvastaðni, so tað er nógv rotta í haganum, langt burtur frá fólki.
Og hann staðfestir, at hon er ein heilt stórur trupulleiki, tí hon ger heilt óbótaligan skaða í føroysku náttúruni.
Seinni í dag hava vit meiri um sama mál.