Iranski forsetin, Hassan Rouhani, er á odda í irakiska forsetavalinum, nú 25 milliónir av atkvøðunum er taldar í morgun. Hann er á odda við 14,6 milliónum atkvøðum, meðan nærmasti kappingarneyti hansara, konservativi Ebrahim Raisi, hevur fingið 10,1 milliónir av atkvøðunum higartil.
Tað upplýsir irakiska innríkisráðið sambært Reuters tíðindastovuni.
Á instagram-profilinum hjá fyrrverandi forestanum, Mohammad Khatamis sæst ein mynd av Hassan Rouhani, sum ger eitt stjørnutekin við fingrunum og teksturin »vón sigrar yvir isolatión«.
Leiðandi embætismaðurin hjá Rouhani skrivar á Twitter, at forsetin hevur vunnið við 60 prosentum av atkvøðunum – uttan tó at nevna nakrar keldur.
Rouhani hevur fingið kapping frá Ebrahim Raisi, sum verður spáddur at gerast andaligi leiðarin – ayatollah – einaferð.
Fær eitt av valevnunum meira enn helvtina av atkvøðunum, er forsetavalið avgjørt. Men er tað ikki so, skulu tveir teir fremstu víðari til annað umfar. Tað verður áðrenn ramadanin 26. mai.
Í gjár vóru 40 milliónir irakar á vali, upplýsir irakiski innanríkismálaráðharrin.
Harvið hevur vallutøkan ligið um 70 prosent. Tað líkist vallutøkuni á seinasta forsetavali í 2013, tá Rouhani vann forsetasessin við stórsigri.
Líkamikið hvør vinnur, so fer viðkomandi ikki at standa við evsta valinum í Iran.
Tí sjálvt um forestin er ovasta fólkavalda umboð í landinum er forsetin undir ovasta andaliga leiðarunum, sum síðani 1989 hevur veirð ayatollað Ali Khamenei.
/ritzau/