Royal National Hotel er størsta hotellið í miðbýnum, og kann rúma omanfyri 3500 gestum í teimum 1650 kømrunum.
Fyrimunurin við hesum hotellinum er, at tað liggur beint við eina tokstøð – Russel Square – um ein hevur brúk fyri tí.
Ynskir ein heldur at fara til gongu, so er heldur ikki langt at ganga oman í Oxford Street, Covent Garden, Trafalger Square, Soho, The British Museum og onnur støð.
Øll kømrini eru snøgg, útgjørd við sjónvarpi, útvarpi og einum te/kaffi-bakka.
Í hotellinum finnast eisini góðar matstovur, barrir, gávubúð og aðrar neyðugar tænastur.
Hevur ein hug at gera okkurt heilt annað, er ein heilsumiðstøð her og ein bowlinghøll í nánd. Hevur tú bilin við, ella hevur leigað tær ein, er ein parkeringskjallari eisini her.
Og tað er eitt uppihald á hesum hotellinum sum tú hevur møguleika at vinna í Rás2 mánamorgunin.