Fyrr í morgun stóð ein grein her á in.fo um tríggjar mans, ið høvdu stolið 4.000 fløskur og fingu 30 dagar treytaða fongsulsrevsing fyri tað.
Ein teirra, ein 22 ára gamal, sum møtti í rættinum í gjár, var samstundis ákærdur fyri fleiri lógarbrot á rúsevnislógina. Løgreglan vildi tí hava hann dømdan fyri hesi lógarbrot í sama viðfangi.
Í fleiri førum hevur løgreglan funnið hassj og hassjrestir á manninum, tá hann er stegðaður av løgregluni av ymiskum orsøkum.
Fyrstu ferð var í 2013, heima hjá manninum. Løgreglan bankaði upp á, tí teir ynsktu at avhoyra mannin í samband við eitt annað rúsevnismál, men tá løgreglan kemur á dyr, lukta løgreglumenninir beinanvegin hassjroyk. Teir leita tí gjøgnum húsini og finna eina lítla nøgd av hassji, 0,1 gram, umfram fleiri lutir, ið vera nýttir í hassjnýtslu. Eisini leggur løgreglan hald á fleiri dopingevni heima hjá manninum.
Tveir mánaðir seinni verður ákærdi steðgaður í einum bili í Havn og hesa ferð finnur løgreglan eina heimagjørda hassjpípu við nøkrum restum í á manninum.
Eitt gott ár seinni, seint á heysti í 2014, tekur løgreglan samband við ákærda. Hann situr tá í bili sínum inni í einum skúlagarði. Tá vísir tað seg, at maðurin, umframt at koyra uttan koyrikort, tí tað hevði hann mist fyri kortum, hevði eina heimagjørda hassjpípu liggjandi á setrinum við síðunar av sær.
Og so aftur, gott hálvt ár seinni, vórðu maðurin og ein vinmaður steðgaðir í bili í Havn. Tá fann løgreglan tvey gramm av hassji á dúrkinum í bilinum, sum ákærdi játtaði at hann átti.
Maðurin varð í farnu viku dømdur 60 daga fongsulsrevsing í einum rúsevnismáli. Ein útlendingur varð tikin fyri at smuglað rúsevni við Norrønu, og tann 22 ára gamli er eftir øllum at døma maðurin, sum skuldi hava rúsevnini.
Tikin hvør sær er talan um smámál og dómarin metti tí ikki, at leggja nakað afturat, hvørki revsingini fyri tjóvaríið ella revsingini fyri smuglaríið. Samlaða revsingin á 30 dagar fyri stuldurin og hesi brotini á rúsevnis- og dopinglóggávuna, varð tó løgd afturat dóminum frá síðstu viku, so sostatt skal 22 ára gamli maðurin inn at sita í 60 dagar, umframt at hann hevur ein treytaðan dóm á 30 dagar hangandi yvir sær.