Roykur men eingin grind

Klokkan umleið 13.55 fekk sløkkiliðið boð um royk í einum húsum í Brekkugøtu.

Klokkan umleið 13.55 fekk sløkkiliðið boð um royk í einum húsum í Brekkugøtu.

 

Sløkkiliðið var skjótt á staðnum og staðfestu, at talan var um royk.

 

- Tað luktaði sum talan var frá onkrum elektriskum, men tað eydnaðist okkum ikki at finna fram til orsøkina. Tí fingu vit fatur á einum elektrikara, og hann fann so fram til eina el-gruppu, sum vísti seg at vera orsøkin til roykin, sigur innsatsleiðarin.

 

Tað stóðst eingin skaði av hendingini, men kortini var neyðugt at finna fram til orsøkina.

 

- Vit kundu jú ikki bara fara avstað aftur, uttan at finna fram til, hvat tað var sum hevði framkomið hendingina, sigur innsatsleiðarin.