Tað verður Eyðfinn Debes, sum skal standa á odda fyri bóltfelagnum, Royn, í Hvalba hesa næstu tíðina.
Tað er greitt eftir eykaaðalfund í felagnum í kvøld.
Sostatt eydnaðist at manna nevndina í aðrur royndini, tí á vanliga aðalfundinum fingu tey ikki manna nevndina, tí ongin helt seg til.
Tað fekk tey at boða til eykaaðalfund í kvøld, at gera eina nýggja roynd at manna nevndina, ella at avtaka felagið.
Men tey høvdu fyrireikað seg eitt sindur og høvdu fingið fólk, sum ikki vístu tankanum, at taka við einum nevndarsessi, frá sær, og tað varð so endaliga staðfest í kvøld.
Les eisini: Gamalt bóltfelag hevur lagnufund í kvøld
Annars fóru tríggir limir úr nevndini í kvøld, nevniliga Anita Mortensen, Gunnhild Mortensen, sum var forkvinna, og Tórður Arnfinnur Thomsen.
Hinvegin er væntandi, at eitt uppskot verður lagt fram á næsta aðalfundi og tað verður at lækka talið á nevndarlimu niður í fimm fyri at gera tað lættari at manna nevndina.
Á myndini er nýggja nevndin í Royn. Frá vinstru eru tey, Rúni Thomsen, næstformaður, Jonhard Thomsen, Christian Müller, Thorstein Thomsen, eykalimur, Joan Jacobsen Müller, kassameistari, Jon Sigurd Vang Poulsen, skrivari, Tórður Hammerfoss Craib, eykalimur og Eyðfinn Debes, formaður. Diana Müller, sum eisini er í nevndini, er ikki við á myndini.
Serliga drúgvur hevur Jonhard Thomsen verið í felagnum, tí hann hevur verið í nevndini síðani 1993, ella í samfull 24 ár.