Royna alt fyri at fáa semju

Verkføll hava verið til óbótaligan skaða fyri ILA rakt alibrúk og tað má halda uppat, sigur Bjarni Djurholm

Verkfalsrættur

? Tað er púra misskilt at eg skal hava hótt fakfeløgini við at taka verkfalsrættin frá teimum.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, sigur, at fundurin ímillum hann og arbeiðarafeløgini um at geraundantøk fyri ILA rakt alibrúk, skal ikki uppfatast sum ein hóttan.
?Men tað er rætt at vit taka málið í allar størsta álvara, leggur hann afturat.
Hann sigur, at bæði í 2001 og 2003 førdu verkfall til óbótaligan skaða fyri alivinnuna, tí at tað bar ikki til nóg effektivt at taka neyðslakta ILA rakt alibrúk.
? Nú hava vit fingið nýggjar karmar fyri alivinnuna, men skal hon hava eina f ramtíð, er tað heilt avgerðandi fyri álitið á alivinnuna, at íleggjarar vita hava vissu fyri, at alivinnan verður rakt so meint av einum verkfalli.
Tí hava vit gjørt eitt lógaruppskot, sum ber í sær, at verður sjúka staðfest í einum alibrúki, ella øðrum djórahaldi, skal tað leggjast fyri eina nevnd við umboðum fyri arbeiðarafeløg, arbeiðsgevarar , har eisini dómarin er í. Tann nevndin skal so gera av, hvørji stig skulu takast.
Bjarni Djurholm ásannar, at landsstýrið vil fyrst royna alt fyri at fáa partarnir á arbeiðsmarknaðinum at semjast og tí hevur hann heitt á partarnar um at tosa saman.
Er tað so ikki rætt, at tú hevur hótt tey ?
? Tað haldi eg ikki, men tað veldst sjálvandi um, hvussu tað verður uppfatað. Tað er í øllum førum greitt, at landsstýrið tekur hetta í størsta álvara, tí tað er púra avgerðandi fyri álitið á alivinnuna, at vit fáa arbeitt skjótt og efektinvt, skuldi sjúka tikið seg upp, eisini hóast tað er verkfall.
Hann sigur, at semjast fakfeløgini og arbeiðsgevarar ikki, verður tað tí neyðugt at taka politisk stig, tí so er ein nýggj støða.
Hvørji tey verða, veit hann ikki nú, men hann váttar at landsstýrið er ikki samt um at leggja málið fyri tingið.
? Men landsstýrið er samt um, at tað er neyðugt at fáa skipað viðurskifti á hesum øki, sigur Bjarni Djurholm.